Johannudagur: Tiltakið er byrjað

Í Vági er sonevndur Johannudagur í morgin, og tá er tað sluppin Johanna TG326, ið er miðdepil.

 

Ymiskt er á skránni, til dømis stórt vatnkríggj, har Brimil luttekur. Á bryggjuni syrgir manningin á Johonnu fyri at fólk fáa ein betri bita, og seinni er dansur í tjaldinum.

 

Tiltakið byrjaði tó longu í kvøld, tá Johanna og gomlu grindabátarnir fóru út á Vágsfjørð, har felagssangur ljómaði, tí hetta var ein Syngið Við ferð.

 

Skráin sæst annars her: Skráin til Johannudagin er tøk - Vágs Kommuna (vagur.fo)

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##