John Petersen til Neistan

John Petersen verður í hópinum hjá Neistanum til dystin ímóti VÍF sunnudagin

 

Evnaríki hondbóltsspælarin John Petersen, sum hevur spælt við StÍF, hevur seinastu vikuna vant í Neistanum. Og hann er eisini úttikin til 1. liðshópin hjá felagnum, sum sunnudagin spælir toppdyst ímóti VÍF.

? Eg dugi ikki at siga, um John fer at spæla sunnudagin, men hann verður so við í hópinum, sigur Dia Midjord, venjari hjá Neistanum.

John Petersen er kendur sum framúr fótbóltsspælari, og hann tekur eisini fótbóltin fram um hondbóltin, men hann er eisini sera dugnaligur hondbóltsspælari, og tað verður mett sum góður styrkur hjá Neistanum, at John nú er við á liðnum.

John hevur áður havt týðandi leiklut á liðnum hjá StÍF, men nú kann hann fara at gera mun í gullstríðnum millum Neistan og hinar avbjóðararnar.