Johannes syngur um náði

Hósdagin kemur út nýggj fløga við sangaranum og sangskrivaranum, Johannesi Poulsen.

Hósdagin kemur út nýggj fløga við sangaranum og sangskrivaranum, Johannesi Poulsen. Fløgan hevur heitið “Grace”, sum sipar til ein part av innihaldinum í sangunum sum umrøða náði.

 

Sagt verður um Johannes, at hann altíð hevur sungið. Heilt frá barnaárum í sunnudagsskúla og í uppvøkstri annars í samkomuni Betesda í Klaksvík, til hann tey seinnu mongu árini hevur búð í Havn.

 

Her hevur hann eitt nú luttikið í Ebenezer-kórinum, Dupultkvartettini í Ebenezer og annars sum solistur.

 

Umframt at syngja, hevur Johannes Poulsen eisini skrivað sangir og løg, og sum árini eru gingin hevur eitt stórt blandað úrval av sangum ligið tøkir at spæla inn.

 

Onkuntíð eru upptøkur gjørdar við ymisk høvi, men ikki ætlað til útgávu. 13 av teimum 14 skeringunum á fløguni eru hansara egnu.

 

Nú beyðst so høvið at fáa løgini spæld inn. Tónleikurin er upptikin í USA í juli í ár, og sangurin er síðani upptikin í Studio Bloch í Havn. Ljóðbland og liðugtviðgerð er gjørt yviri í USA.

 

Myndatøkur, sniðgeving, prent og margfalding er alt gjørt í Føroyum, og tað er EvR-studio (Evangeliska Røddin), sum gevur fløguna hjá Johannesi Poulsen út.