Um Helle Thorning-Schimidt ikki skrivar út fólkatingsval fyri 7. juni, so kann politiski leiðarin hjá Eindarlistanum, Johanne Schmidt-Nielsen ikki stilla upp til komandi fólkatingsval.
Orsøkin er ein rotatiónsskipan, sum tey hava í Eindarlistanum. Har kanst tú ikki sita í fólkatinginum í meira enn tvey valskeið á rað. Tá kanst tú ikki stilla uppaftur á næst valinum. Men eftir at hava verið út í eitt valskeið, kanst tú at gerast valevni fyri Eindarlistan og veljast í Fólkatingið í tvey valskeið á rað.
Einaferð um árið góðkenna tey valevnini á landsfundi. Johanne Schmidt-Nielsen stendur í listanum. Men 7. juni hevur Eindarlistin landsfund, og tá verður valevnalistin broyttur – um valið ikki er útskrivað fyri ta tíð.
Johanne Schmidt-Nielsen er ein sera vælumtóktur politikari. Á fólkatingsvalinum í 2011 fekk hon oman fyri 47.000 persónligar atkvøður