Hon býr í Havn, men har hevur hon ikki altíð búð. Tey mongu árini var hon búsitandi á Tvøroyri, uppi í Kirkewal. So okur eru Valarar.
Mamma er frá einari tíð, har nógv fiskiarbeiði var á Tvøroyri, og tók hon lut í tí og gjørdi, sum allar fiskagenturnar eitt megnararbeiði. - Á skrivstovunum hjá teimum gomlu arbeiðsgevarunum hanga gullmedaljur og onnur skreytbløð sum prógv fyri ta vala arbeiðið, sum varð útint av fiskafólkinum.
Tá í tíðini var tað mangan tungt at fáa endarnar at røkka saman. Nógvir munnar vóru at metta, men mamma, tín dugnaskapur gjørdi sítt til at vit ongantíð vóru hvørki svong ella køld. - Mamma var, sum flestar fiskimannakonur, einsamøll um at uppala okkum, tí pabba var sjómaður og tí sjáldan heima hjá okkum.
Mamma er ættað av Sandi, men fór 15 ára gomul til Havnar at tæna og kom so seinri suður á Tvøroyri, har hon giftist pápa okkara, Danial Johan Olsen, ið var ættaður úr Froðba. Vit børn fingu eina góða barlast. Johanna giftist seinni við Jens Árna Jacobsen úr Hvalvík.
Góða mamma, vit hava nógv at minnast og takka tær fyri. Títt lætta sinni og blídni hava vit fingið frá tær. Sjálvt um árini eru vorðin nógv, so hevur tú árliga vitjað til Skotlands, har Ennibjørg býr og hevur tú eisini har tikið hond í, tí ikki dugur tú at sita still. Røsk og ungdommilig hevur tú altíð verið.
Árini sleppa vit ikki undan, men góða mamma, vit takka tær fyri tað, tú hevur verið og er fyri okkum og fyri tær nógvu góðu løturnar, sum í okkara hugaheimi eru gull verdar at eiga.
Góða mamma: Okur elska tje!!!
Føðingardagurin verður hildin í heiminum á Suðuroyarvegi 13.
Heilsan Elisabeth, Martin, Ennibjørg, Evida, Stanley og Ásla