Anna Falkenberg er her avmyndað ímillum Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðfrú, og Morten Bødskov, verjumálaráðharra

Johan var við Onnu hjá Mette

Tá Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðfrú, í gjár hevði fund við allar politisku flokkarnar í Fólkatinginum, hevði hon eisini fund við føroysku fólkatingsumboðini, Onnu Falkenberg og Sjúrð Skaale

 

Anna Falkenberg er her avmyndað ímillum Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðfrú, og Morten Bødskov, verjumálaráðharra

Saman við Onnu Falkenberg í embætisbústaðnum hjá forsætisráðfrúnni var eisini Johan Dahl, sum er varamaður hennara á Fólkatingi.

Anna Falkenberg skrivar, at tey á fundinum við Mette Frederiksen fingu høvi at leggja fram teirra politikk og ynskir til eina komandi stjórn. Hon sigur einki um, hvørt hon stuðlar eini stjórn við Mette Frederiksen, men at hon heldur, at Vinstri eigur at vera við í eini nýggjari stjórn.

Fyrsta valið hjá Mette Frederiksen er at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikki. Tað hevur hon sagt í valstríðnum, og tað heldur hon framvegis fast um. Hon hevur tó meirilutan vinstru megin miðjuna at fella aftur á, sum uttan iva er ein styrki hjá henni í samráðingunum.

 

##med2##

Johan Dahl fekk næstflestar atkvøður á Sambandslistanum til fólkatigsvalið. Hann fekk 776 persónliga atkvøður, sum var 483 atkøvður fleiri, enn hann fekk á seinasta fólkatingsvali.

Soleiðis var atkvøðubýtið á sambandslistanum:

##med3##

 

Anna Falkenberg er her avmyndað ímillum Mette Frederiksen, virkandi forsætisráðfrú, og Morten Bødskov, verjumálaráðharra

Johan Dahl og Anna Falkenberg uttan fyri embætisbústaðin hjá forsætisráðfrúnni, Marienborg