Hetta merkir, at privatu partaeigararnir missa sín nevndarlim. Tá aðalfundur verður í Atlantsflog 2. apríl, verður øll nevndin skift út. Tað hevur Johan Dahl sagt stórpartaeigaranum í Atlantsflog, Adrian Noskwith
- Føroya Landsstýrið hevur svikið ta lyftið, sum varð givið um, at landsstýrið ikki skuldi blanda seg í dagliga raksturin av Atlantsflog. Hetta lyftisbrot hevur skatt føroyska flogfelagið almikið og hevur minkað um virðið av partabrøvunum
Hetta sigur Adrian Noskwith, sum er størsti privati partaeigarin í Atlantsflog. Hann hevur í vikuni verið á fundi við Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, sum hevur greitt honum frá, at øll nevndin verður skift út á komandi aðalfundi, og at privatu partaeigararnir missa rættin til at velja ein nevndarlim. Í nevndini hjá Atlantsflog sita fimm limir. Vinnumálaráðharrin velur tveir, privatu partaeigararnir velja ein, og tveir limir eru starvsfólkaumboð.
Adrian Noskwith sigur, at avgerðin hjá vinnumálaráðharranum at skifta alla nevndina í Atlantsflog út, fer at skaða felagið og virðið á felagnum.
- Tín avgerð elvir til, at íleggjarar missa áhugan fyri felagnum. Soleiðis sum Føroya Landsstýri ber seg at, fer eingin at keypa partabrøv nú, og partaeigarar missa álitið á Føroya Landsstýri. Tá hetta kann fara fram nú, so fer tað uttan iva eisini at henda í øðrum førum, sigur Adrian Noskwith.
Adrian Noskwith leggur dent á, at hann hevur fult álit á bæði nevnd og leiðslu í Atlantsflog.
Hann harmast um, at landsstýrið ikki helt fram við ætlaðu privatiseringini av flogfelagnum. Hann harmast eisini um tær nógvu viðmerkingarnar frá politikarum, sum avgjørt ikki hava gagnað felagnum. Hann sigur seg ikki kenna teir nevndarlimir, sum Johan Dahl ætlar at velja í nýggju nevndina, men harmast um, at fólk við tilsamans 53 ára flogferðsluroyndum, verða skúgvað til viks.
Um nevndin verður skift út ella ikki, so ivast Adrian Noskwith ikki í, at Johan Dahl fer at stýra felagnum gjøgnum nýggju nevndina.
- Sæð í hesum ljósi, er tað sera skuffandi, at eingin verja er av minnilutapartaeigarunum. Og enn verri er tað, at vinnumálaráðharrin ferð eftir ferð segði okkum, at hann vil hava kontroll á felagnum, sigur Adrian Noskwith, sum heldur, at um hetta verður úrslitið, so er tað best, at Føroya Landsstýrið keypir aftur privata partapeningin í felagnum.