Johan Dahl: - Margháttligt

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, skilur ikki, at fólk finnast alment at ætlanunum at skipa Rúsdrekkasølu Landsins í alment partafelag. Orsøkin er, at uppskotið er framvegis ikki lagt fram, og tú kann ikki finnast at uppskotinum, tí eingin veit, hvussu tað fer at síggja út.

- Tað er margháttligt, sigur Johan Dahl.

Løgmaður vísti í løgmansrøðuni á ólavsøku á, at virksemið hjá Rúsdrekkasølu Landsins skal leggjast í alment partafelag. Men hann tók orðini aftur í gjár, tá hann segði, at tað var óheppið, at málið um Rúsuna var á løglistanum.

Tað gjørdi hann greitt í viðtalu við Kringvarpið.

Tað hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum ongar trupulleikar við.

- Eg havi ongan tørv at trýsta málið ígjøgnum, um meiriluti ikki er fyri tí. Uppskotið skal viðgerast í samgonguni, og so fáa vit at síggja, hvat úrslitið verður, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.