- Tað er ómetaliga óheppið, at stjórin í Atlantsflog upplýsir fyri útlendskum fjølmiðlum, at óreglusemið er ein stór orsøk til, at úrslitið hjá Atlantsflogi ikki er frægari í fjør, enn tað er.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum í eini viðmerking, sum illa kann uppfatast øðrvísi enn ein atfinning ímóti Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi.
Á aðalfundinum hjá Atlantsflogi í fríggjadagin vísti Johan Dahl á, at nógv orka verður løgd í lokka útlendsk ferðafólk til Føroya.
Tí fýltist hann á, stjórin í Atlantsflog upplýsir fyri útlendskum fjølmiðlum, at óreglusemi hevur verið ein orsøk til, at fíggjarliga úrslitið hjá felagnum ikki er betri.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað kann fáa ferðafólk at aftra seg við at koma hendanvegin.
- Tað er keðiligt, tí tað er at fortelja umheiminum, at viðurskiftini í Føroyum eru óstøðug og tað er eisini óheppið fyri Atlantsflog.
Johan Dahl vísti á, at tað stóð beinleiðis í tíðarritinum ”Check In”, sum fer víða um at høvuðsorsøkin til, at úrslitið hjá Atlantsflog ikki var betri, varð veðrið og óreglusemi.
Onga ávirkan
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tað var ikki lætt hjá Atlantsflogi at ávirka, hvussu tíðindatænastan útleggur tekstin.
Men hann er noyddur at halda seg til veruleikan og óreglusemi er bara ein partur av frágreiðingini saman við nógv dýrari olju o.s.fr.
- Vit hava ikki lagt serligan dent á óreglusemi. Tað hava vit heldur ongan áhuga í, tí vit eru púra greið yvir, at tað kann styggja ferðafólk burtur.
Men sigur, at tá ið hann hevur tosað óreglusemi, er tað ikki bara óreglusemi, sum hevur við veður og vind í Vágum at gera.
- Talan er eisini um tað óreglusemið sum stóðst av, at luftbussurin fekk skaða í Kastrup upp undir jól.
Munandi bøtt
Magni Arge staðfestir á aðalfundinum at í fjør hevði Atlantsflog, lagt sera stóran dent á at økja um reglusemið við eini nýggjari innflúgvingarskipan, sum Atlantsflog var fyrsta flogfelag í Evropa at taka í nýtslu.
Og tað sæst aftur í regluseminum, so tað munar tí í fjør hendi tað 59 ferðir, at flogfør hjá Atlantsflog mátti leita upp annan flogvøll, ella útseta ferðina til Føroya til dagin eftir, tí at umstøður vóru ikki at seta seg í Vágum, sum ætlað.
- Men tað hendi bara seks ferðir hjá luftbussinum, men hjá gomlu flogførunum hendi tað 53 ferðir.
- So hvørt vit fáa skift gomlu flogførini út við fleiri luftbussar, hava vit stórar vónir um, at reglusemið fer at batna nógv meiri, sigur Magni Arge.
8,5 milliónir
Órógv á flogferðsluni kostaði Atlantsflogi 8,5 milliónir í fjør.
Tað upplýsti Kaj Johannsensen, fráfarandi nevndarformaður í flogfelagnum, á aðalfundi í felagnum fríggjakvøldið.
Tað vóru serliga tvær hendingar, sum elvdi til fortreð hjá Atlantsflogi í fjør.
Eitt var, at hann legðist við tjúkkum mjørka í fleiri dagar á hásumri við teirri avleiðing, at ongin flogferðsla var í einar tríggjar, fýra dagar.
Hin hendingin var, tá ið nýggi loftbussurin fekk skaða undir lastin á flogvøllinum í Kastrup og mátti úr drift í tríggjar vikur.
Sjálvur skaðin kostaði eina slaka millión at gera aftur, men missurin av av útvega annað flogfar og leggja flúgvingina um, kostaði mangt slíkt og tað heftir felagið sjálvt fyri.
- Hetta var beint upp undir jól og tað setti serligar avbjóðingar til felagið, tí rættiliga stórt tal av ferðafólki skuldi heim til jóla.
Tilsamans kostaði hesar báðar hendingarnar felagnum yvir átta milliónir, segði Kaj Johannesen, sum her hevur frágreiðing.
Annars uplýsti Magni Arge á aðalfundinum, at teir skaðar, sum kosta flogfeløgum kring heimin mest, eru skaðar, sum flogfør fáa ímeðan tey verða avgreidd á flogvøllum.
- Tilsamans kosta slíkir skaðar flogfeløgum um allan heimin yvir 50 milliardir krónur um árið, segði stjórin í Atlantsflogi.
Niels Mortensen nýggjur formaður
Niels Mortensen er nú nýggjur formaður í Atlantsflogi
Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í fríggjakvøldið.
Bjarni Askham Bjarnason var nevndarformaður til hann tók við sum aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum.
Tá tók Kaj Johannesen við sum nevndarformaður og á aðalfundinum fríggjakvøldið tók Bjarni Askham Bjarnason seg úr nevndini.
Í hansara stað var Niels Mortensen valdur í nevndina og beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við sama Niels Mortensen sum nevndarformanni.
Niels Mortensen er stjóri í SMS og kennir nógv til handilsskap.
Men hann viðgongur, at hann er ikki so kønur í hesum slagi av handilsskapi, sum flogvinnan er.
Tí fer hann at brúka hesa næstu tíðina at seta seg inn í Atlantsflog og flograkstur.
Men hann sigur, at hann gleðir seg til hesa uppgávuna.
- Atlantsflog er eitt felag, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri allar føroyingar, so tað er spennandi uppgáva at vera við til at menna tað, sigur hann.
LES EISINI GREININA: Varð lumpaður at keypa Atlantsflog
LES EISINI GREININA: Ongin orsøk at føla seg snýttan
LES EISINI GREININA: Trupulleikin við eigarunum í Atlantsflogi má loysast