Fastur táttur á norðoyastevnu í Klaksvík er midnáttarsamkoma í Vágstúni.
Kyndlagonga kemur í Vágstún á midnátt í kvøld, og síðani verður røða hildin.
Í ár er røðarin Jógvan við Keldu, sum í 16 ár var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og sum eisini hevur sitið í løgtingi og landsstýri.
Eftir røðuna verður fýrverk og felagssangur við harmonikkuspæli.










