Tá ið roynt var at skipa samgongu eftir seinasta val, var Nýtt Sjálvstýri við í samráðingunum eina tíð, men flokkurin tók seg aftur og gjørdist ikki partur av samgonguni.
-Vit valdu at fara úr samráðingunum, tí ongin semja fekst um fiskivinnupolitikkin og tey samkyndu, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri.
Hann vísir á, at tað sum hendir í samgonguni nú er júst tað, sum Nýtt Sjálvstýri óttaðist fyri.
-Tað hevði verið betri at brúkt meira tíð og funnið eina semju um fiskivinnupolitkkin og tey samkyndu. So hevði samgongan sloppið undan teimum politisku trupulleikum, sum hon nú hevur, sigur Jógvan Skorheim.