Jógvan Martin: Góð kensla at vinna aftur

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøður við høvuðsvenjararnar hjá ÍF og B68

Høvuðsvenjarin hjá B68, Jógvan Martin Olsen var glaður og lættur um loksins aftur at hava fingið ein sigur í dag. B68 vann á útivølli 2-1 á ÍF, og Jógvan Martin Olsen heldur talan verða um eitt gott avrik hjá sínum monnum. Hann staðfestir, at sigurin fer at gera tað meiri motiverandi hjá hansara monnum at møta til venjing, og at stríðist fyri at bjarga sær tilveruna í effodeildini.

 

Høvuðsvenjarin hjá ÍF, Albert Ellefsen var vónbrotin um, at hansara menn ikki gagnnýttu málmøguleikarnar teir høvdu, tá støðan varð 1-0 til ÍF í fyrra hálvleiki. Hann heldur tað verða ov langt upp til tað gylta fjórða plássið nú, og tí ræður um hjá ÍF at byrja at brynja seg til komandi kappingarár.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jógvan Martin Olsen og Albert Ellefsen høvdu at siga í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2. 

 

(Mynd: football.fo)