Jørgen Niclasen skal gera ein Kára P. Højgaard

- Tað kann verða avgerandi fyri, um Fólkaflokkurin vinnur løgtingsvalið í heyst, ella ikki

Jørgen Niclasen eigur at gera sum Kári P Højgaard.

 

Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og valserfrøðingur. Og tað, hann sipar til, er, at hann heldur, at  nú er stundin komin til at Jørgen Niclasen leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.

 

Samstundis heldur hann, at Annika Olsen er lykilin til eitt gott løgtingsval hjá Fólkaflokkinum.

 

Í kjaksending á Rás2, mælti hann beinleiðis Fólkaflokkinum til a skifta formann. Hann vísir á, at Jørgen Niclasen hevur eina sak í Landsrættinum í sambandi við tiltikna tollmálið.

 

- Skuldi tað hent, at hann tapir tað, verður tað ein veldugur trupulleiki hjá Fólkaflokkinum at fara til løgtingsval við honum sum formanni.

 

Tað verður ein líka ómøgulig støða hjá Fólkaflokkinum at vera í, sum tað er hjá Sambandsflokkinum at fara til løgtingsval við Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni, eftir at kanningarstjórin, Hans Gammeltoft Hansen, er komin til ta niðurstøðu, at hann hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.

 

Sostatt heldur Jógvan Mørkøre, at tað er ógvuliga váði hjá Fólkaflokkinum at fara til løgtingsval við Jørgen Niclasen sum formanni.

 

Tí mælir hann beinleiðis Fólkaflokkinum til at gera sum Sjálvstýrisflokkinum, sum skifti formann, áðrenn kanningarstjórin kom við síni niðurstøðu í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

Sjálvstýrisflokkurin bant um heilan findur í sambandi við kanningingina um Eysturoyartunnilin, og Jógvan Mørkøre mælir eisini Fólkflokkinum ger tað sama í sambandi við landsrættin.

 

Og hann vísir á, at tað er ein sjálvsagt kandidátur til at taka við Eftir Jørgen Niclasen, og tað er Annika Olsen.

 

- Hon er lykilin til at Fólkaflokkurin fær eitt gott løgtingsval, heldur Jógvan Mørkøre.

 

Hann vísir á, at á hesum fólkatingsvalinum varð Annika Olsen førd fram sum krúnprinsessan í flokkinum, og hon hevur havt sera góð valúrslit.

 

- Tað er ein grundleggjandi munur frá næstseinasta fólkatingsvali, og seinasta løgtingsvali, tí tá varð lagt upp til stríð um formanssessin í flokkinum.

 

- Annika Olsen vann bæði valini, men endaði á einum Uriasposti, sum landsstýriskvinna í almannamálum, sum er eitt málsøki, Fólkaflokkurin aldrin hevur skoytt um áður, staðfestir Jógvan Mørkøre.

 

Í kjaksendingini á Rás2 har eisini Árni Gregersen og Sólvit E. Nolsø, valevni fyri Fólkaflokkin, og limur í floksleiðsluni, tóku lut, varð víst á, at eisini í gomlum fiskivinniplássum sum í gøtu og í Leirvík, formáddu Jørgen Niclasen ella Jacob Vestergaard sær einki ímóti henni.

 

Víst varð eisini á, at í Fólkaflokkinum er valið blivið til eitt stríð ímillum vinnuligu plássini kring landið, og so høvuðsstaðin, har tann stóra veljarafjøldin við útbúgvingum er.

 

Árni Gregersen vísir á, at samstundis hevur Fólkaflokkurin verið noyddur til at leypa frá einum av sínum fremstu vallyftum sum var, at ongi tilfeingisgjøld skulu leggjast á fiskivinnuna.

 

Sólvit E. Nolsø heldur, at vit hava heilt greiðar ábendingar um, at Annika Olsen er best dámdi politikarum hjá Fólkaflokkinum. Og eisini fyrrverandi stavnamaðurin hjá Fólkaflokkinum, Óli Breckmann, staðfestir, at Annika Olsen er tann stóri sigursharrin hjá flokkinum, eisini í gomlum fiskivinnuplássum.

 

Og har halda teir, at Annika Olsen er ment at venda gongdini í Suðurstreymoy, har Fólkaflokkurin hevur mist heilt nógva undirtøku.