Jørgen leggur fram fíggjarlógaruppskotið

Í dag klokkan 10 fæst at vita, um Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ætlar at hava hall á løgtingsfíggjarlógini, ella yvirskot.

1. oktober er í morgin, og tá skal løgtingsfíggjarlógaruppskotið liggja í tinginum – og so verður, boðar Fíggjarmálaráðið frá.

 

Tíðindafundur verður í Smæruni í Havn í dag klokkan 10.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, leggur vegna landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2022, á tíðindafundi hósdagin 30. september klokkan 10.00, boðar Fíggjarmálaráðið frá.