- Tað er púra greitt, at landið vil ongan váða taka. Her eru privatir, sum vilja átaka sær váðan, og tí haldi eg, at teir skulu fáa loyvi til tað.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum stuðlar undir privata leistinum fyri Skálafjarðartunnil.
Í Sosialinum í gjár vísir BankNordik á møguleikan at leggja verandi undirsjóvartunnlar inn í eitt nýtt tunnilsfelag.
- Í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum hevur landið tvey áhugaverd aktiv, sum kunnu brúkast sum grundarlag undir Skálafjarðartunnlinum. Bókaða eginognin í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum er 400 milliónir krónur, og hesir pengar eru eitt gott fundament undir víðari lántøku, sigur Niels Juel Arge, leiðari á Corporate Finans deildini í BankNordik.
Niels Juel Arge vísir á, at kostar Skálafjarðartunnilin millum 1,1 og 1,2 milliard krónur, so er solvensurin í einum almennum tunnilsfelag okkurt um ein triðing. Og tað er eitt gott útgangsstøði fyri at fáa bílig lán.
- Ja, hevði landsstýrið til dømis biðið okkum um at útvega fíggingina til Skálafjarðartunnilin eftir hesum leistinum, so høvdu vit gjørt tað. Tað hevði verið ein góð sak at arbeitt við, sigur Niels Juel Arge avgjørdur.
Men hesin leisturin fellir ikki í góða jørð hjá Jørgen Niclasen.
- Nei, tað sum vit hava avtalað politiskt, og sum vit eru moralskt bundin at, er at tá undirsjóvartunnlarnir eru goldnir, skal tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum teir, sigur Jørgen Niclasen.
Sambært landsstýrismanninum liggur í hesum, at tað bara er sjálv lántøkan, sum skal gjaldast aftur við bummgjaldi – ikki tær 400 milliónirnar, sum vórðu játtaðar av fíggjarlógini inn í bæði tunnilsfeløgini.
- Brúka vit hinvegin hesar 400 milliónirnar til at seta í ein nýggjan undirsjóvartunnil, so er tað landið, sum átekur sær váðan. Og tað haldi eg vera skeivt, tá nú onkur privatur bjóðar seg fram, sigur Jørgen Niclasen.
Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í fíggjarmálum við at trýsta á pílin undir myndini.









