Kreppurakta danskt flogfelag sigur 278 starvsfólkum úr starvi.
Talan er um danska flogfelagið Jet Time, sum sigur triðja hvørjum starvsfólki úr starvi og gevst við at flúgva fyri millum annað SAS.
Stjóri í danska charterflogfelagnum Jet Time er Jørgen Holme, sum var stjóri í Atlantsflog frá 2013 til 2015. Og í morgun boðaði hann frá, at 278 fólk verða søgd úr starvi sum liður í spariætlan.
Tað skrivar danska flogferðslublaðið Check-in.
Millum annað hevur tað víst seg, at tað hevur verið alt ov dýrt fyri flogfelagið, at Jet Time flýgur umleið 10 prosent av fráferðunum hjá SAS úr Keypmannahavn. Tað hevur fingið Jet Time til at uppsiga samstarvið, eins og flogfelagið eisini heldur uppat við at flúgva við farmi.
– Tað er eitt stórt og víðgongt stig at skula siga so nógvum trúgvum starvsfólkum úr starvi. Tað er tíverri eitt neyðugt stig, um Jet Time skal klára seg í longdini. Vit vilja nú, í tann mun tað er gjørligt, gera okkara besta fyri, at uppsøgdu starvsfólkini fáa tann stuðul og bestu møguleikar at koma víðari, sigur Jørgen Holme sambært Check-In.
Í framtíðini skal felagið bara fáast við seruicharter og sonevnda ad hoc-charter.
Jet Time er eitt danskt flogfelag, sum varð góðkent av donsku loftferðslumyndugleikunum í 2006 og byrjaði virksemi sama ár.
Framtil 2013 gav felagið yvirskot á hvørjum ári, men síaðni farmaflúgvingin og SAS-flúgvingin kom afturat, hava reyð tøl verið á botnlinjuni, skrivar Check-in.
Í roknskapinum fyri 2014/15 hevði felagið hall upp á 142 milliónir krónur, og hallið fyri seinasta roknskaparár fer at liggja á sama støði.