Tað hevði bara staðið á portalinum í lítla løtu, at Liverpool vóru áhugaðir í at knýta Joe Cole at Liverpool hópinum, so varð tað veruleiki. Veddingarfyritøkurnar høvdu strikað veddimálið um hvar Joe Cole fór at enda, tí teir vóru vísir í, at hann endaði í Liverpool.
Liverpool skrivar á heimasíðuni:
- Liverpool FC eru fegnir um at kunna kunngerða, at Joe Cole hevur skirvað undir ein fýra ára sáttmála. Partarnir eru blivnir samdir um persónligu viðurskiftini, og Joe Cole skal til lækna kanning hjá Liverpool innanfyri teir komandi 48 tímarnir.
Enska blaðið , Dailymail, metir at Joe Cole fær í undirkantinum av einari millión um vikuna í løn. Joe Cole hevur seinasti sjey árini spælt við Chelsea, men partarnir kundu ikki semjast um ein nýggjan sáttmála og tí fær Chelsea ongar pengar fyri Joe Cole.
Chelsea keypti fyrr í ár 30-ára gamla Yossi Benayoun frá júst Liverpool. Tað verður mett, at Joe Cole skal fylla skógvarnir hjá Yossi Benayoun í Liverpool og umvent.
Joe Cole er 28-ára gamal og hevur spælt 56 landsdystir fyri Ongland og hevur skorað 10 mál. Joe Cole byrjaði sín fótbóltsuppvøkstur í West Ham og skifti í 2003 til Chelsea. Í Chelsea náddi hann at spæla 183 dystir og skora 28 mál.