Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur í samrøðu við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, hildið fast um, at loysnin í miðeystri er tveir statir, og soleiðis eisini, at palestinar fáa sín egna stat.
Joe Biden krevur ikki vápnahvíld í Gaza, men hann heldur fast um, at palestinar fáa sín egna stat. Í gjár, fríggjadagin, snakkaði amerikanski forsetin fyrstu ferð síðan fyri jól við ísraelska forsætisráðharran.
- Amerikanski forsetin trýr framvegin upp á lyftið um og møguleikan fyri einari loysn við tveimum statum millum ísraelar og palestinar, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, John Kirby.
Seinasta hósdag segði ísraelski forsætisráðharrin á einum tíðindafundi, sum varð sendur í sjónvarpi, at hann er ímóti einari loysn við tveimum statum, og hann segði seg hava kunnað USA um hetta.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.