Fyri løtu síðani tók Joe Biden við sum forseti í USA. Kamala Harris er varaforseti.
Hetta varð gjørt á hátíðarhaldi í Washington, sum var merkt av koronustøðuni, og av at ófriður herfyri var í Washington. Bert eitt minni tal av innbodnum sluppu at verða við, og í býnum er strangt vaktarhald fyri at forða fyri ófriði.
– Fólkaræðið er dýrabart, fólkaræðið er skroypiligt, og í dag hevur fólkaræðið sigrað, segði Joe Biden millum annað í setanarrøðuni.
– Eg fari at at leggja alla mína orku í at savna landið aftur, og eg biði allar amerikanarar um at hjálpa mær við tí. Lat okkum byrja av nýggjum, lurta eftir hvørjum, virða hvønn annan og arbeiða saman. Eg lovi tykkum, at eg verði forseti fyri allar amerikanarar, og eg fari at arbeiða eins hart fyri teimum, sum ikki valdu meg, sum fyri teimum, sum valdu meg, segði hann.
Umframt politikarar og familju, sum vóru til staðar, settu sangarar eisini dám á hátíðarhaldið. Lady Gaga sang tjóðsangin, og Jennifer Lopez og Garth Brooks høvdu eisini sangframførslur.
Joe Bieden er 46. forsetin í USA.