Amerikanski forsetin, Joe Biden, sum nú bara hevur nakrar fáar dagar eftir av sínari forsetatíð, hevur avlýst sína seinastu uttanlandsferð sum forseti.
Avlýsingin kemur bara nakrar tímar fyri, at hann skuldi verið ávegis til Italia, og orsøkin til avlýsingina er ógvusligi skógareldurin, sum herjar Los Angeles.
Undir vitjanini í Italia skuldi amerikanski forsetin eitt nú hitta Frans, páva, italska forsetan, Sergio Mattarella og forsætisráðharran, Giorgia Meloni.
Joe Biden hevur valt heldur at brúka sína orku upp á støðuna í Los Angeles og stuðla myndugleikunum her so væl sum gjørligt teir næstu dagarnar.
Tað sigur tíðindaskrivarin hjá forsetanum, Karine Jean-Pierre, og tað er eitt nú tíðindastovan NTB, sum endurgevur.
Honum líkt leggur komandi forsetin í USA, Donald Trump, ábyrgdina av støðuni í Los Angeles á Joe Biden og guvernørin í Kalifornia, Gavin Newsom.