Jobmatch fyri áttandu ferð

Týsdagin 29. septembur verður Jobmatch hildið fyri áttandu ferð. Eins og í fjør verður tiltakið í ár í Norðurlandahúsinum, og ongantíð hava so nógvar fyritøkur tikið lut sum í ár.

40 fyritøkur, stovnar og virki eru tilreiðar at knýta samband við nýútbúgvin, lesandi ella kanska arbeiðsleys, tá dyrnar opna í Norðurlandahúsinum 29. septembur.

- Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og tey, sum ynskja at royna nýggjar avbjóðingar. Vit eru vís í, at Jobmatch førir til týdningarmikil sambond millum arbeiðsgevarar og teg, og spyrjast ítøkilig samstørv burturúr. Eitt nú fingu knapt 15 %  av teim vitjandi ítøkiligt tilboð frá arbeiðsgevara eftir Jobmatch í fjør, sigur Katrin Gregersen, sum samskipar tiltakið vegna Syntesa.