Jóansøka: Nógv fólk og nýggjur dráttur

Nýggjur bátadráttur í Vági.

Jóansøka er í Vági. Býarmyndin er merkt av tjøldum og sølubúðum og ymsum til stuttleika til børn.

 

Á bryggjuni er nýggjur bátadráttur, so lættari er hjá kappróðrarbátum at koma á sjógv og uppaftur á land.

 

Sera nógv fólk er komið til Suðuroyar, og sera nógv fólk var í býnum í Vági í gjárkvøldið. Smyril hevur verið fullur av bilum, bátum og fólki, og tað sigst, at onkran túr síðstu dagarnar hava bilar staðið eftir á bryggjuni í Havn.

 

Jóansøkuskráin er rúgvusmikil, og umframt fótbólt og kappróður í dag, so er stór konsert á skránni í kvøld.

 

Skráin sæst her: Jóansøkuskráin - Vágs Kommuna (vagur.fo)

 

Nýggjur bátadráttur í Vági.