Seinnapartin hevur norðurmakedoniska liðið, Skhupi spælt fyrsta kappingardystin í 2024.
Skhupi tók á heimavølli móti Voska Sport í dysti í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini.
Skhupi vann ein trivaligan 3-0 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 2-0.
Tá 55 minuttir vóru leiktir og støðan var 3-0 kom Jóan Símun Edmundsson á vøllin at spæla sín fyrsta kappingardyst fyri Skhupi.
- Deiligt at fáa so nógva spælitíð longu nu tá ið eg ikki havi havt nakran ordiligan uppstart, og so havi eg eisini havt trupuleikar í vikuni upp til dystin, sigur Jóan Símun í stuttari viðmerking til in.fo.
Skhupi er aftaná 19 umfør fremst í deildini við 41 stigum. Nummar tvey er Struga við 40 stigum, og nummar trý er Shkendija við 38 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 13 verður oddabrak. Tá tekur Struga á heimavølli móti Jóan Símuni og liðfeløgunum í Skhupi.