Jóan Símun Edmundson var sera eyðsýndur á leikvøllinum hjá Vejle í dag. Hann skoraði málið hjá Vejle í 1-1 javnleikinum ímóti Lyngby, og var sambært Vejle Folkeblad valdur til dagsins mann. Jóan Símun hevur tó fingið tann heiðurin handaðan enn.
Jóan Símun fegnast um at skora fyri Vejle á heimavølli, men hann iðrar seg um, at Vejle 11 ímóti 10 monnum allan seinna hálvleik ikki megnaðu at fáa øll trý stigini. Sambært Jóan Símuni høvdu hinir báðir føroysku landsliðsspælararnir, Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni, og Viljormur Davidsen í høgra borði ein góðan dyst í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Jóan Símun Edmundson, sum nú fer at gera seg kláran til torføra útidystin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ímóti Rumenia, sunnudagin 29. mars.