Joan og Beinta fingu barnabókavirðislønirnar

Tvær barnabókaviðrislønir vórður eisini latnar á hátíðarhaldinum á Reinsarínum í dag. Aðra fekk Joan Sørinardóttir fyri barnabøkurnar Hvann poppkorn og Summardáa fruktsalat.

 

Heiðursnevndin segði í grundgevingini, at við bókunum hevur høvundurin við sínum fittu søgum, vøkru myndum og upplýsandi tilfari megnað at samansjóðað eina áhugaverda heild sum bæði børn og vaksin kunnu fáa gleði av.

 

Beinta Johannesen fekk hina barnabókaheiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði at skapa børnunum áhugavert tilfar – millum annað Mína Jólabók og Strok og krabbabøkurnar um fuglar og djór í Føroyum.