Joachim Löw vil hava undan umfar til undankappingina

Stutt eftir døgurða lendu týsku heimsstjørnurnar í Vágum, og klokkan 14 var týski landsliðsvenjarin, Joakim Löw, í FSF húsinum saman við kanska seksti tíðindamonnum.

Spurningarnir snúðu seg millum annað um, hvat týski venjarin heldur um, at heimsstjørnurnar hjá honum skulu spæla ímóti pinkutjóðum sum Føroyum. Týski venjarin hevur áður sagt, at hann heldur ikki, at ovbyrjaðu týsku spælararnir skulu brúka tíð upp á sovornar dystir.

Í dag var hann høviskur og rósti føroyska liðnum og svaraði soleiði upp á spurningin frá Miðlahúsinum:

-Sammett við nógvar av hinum smátjóðunum so pakkar føroyska liðið seg ikki bara niður í og kring egnan brotsteig. Tí er tað hugaligari at spæla ímóti føroyingum enn hinum smátjóðunum. Vit taka sjálvandi tær ásetingarnar viðvíkjandi kappingum til eftirtektar, sum eru.  Men eg haldi, at tað hevði verið hóskiligt, um tað lagt soleiðis til rættis, at smátjóðirnar vóru í prekvalifikatión, áðrenn tær komu í kapping við størru tjóðirnar, helt týski venjarin.

Joakim Löw rósti føroyska laksinum, sum hann hevði smakkað á veg til Føroya. Samstundis helt hann umstøðurnar á Tórsvølli vera væl øðrvísi, enn tað, hann er vanur við. Hann segði seg heldur ikki hava upplivað, at liðini, sum skulu spæla ímóti hvørjum øðrum, búgva á sama gistingarhúsi.

-Men vit savna okkum um tað, sum tað snýr seg um. Avbjóðingin bíðar okkum í annaðkvøld, og tað er dystin, sum alt snýr seg um.

Í kvøld fer týska liðið við mongu tíðindafólkunum sum áskoðarum og ivaleyst eisini fleiri føroyingum at venja á Tórsvølli.


Undir myndini ber til at hoyra eitt ljóðbrot við svarinum hjá Joachim Løw. Brotið er umsett til føroyskt.