Jensina Olsen gevur fyrstu fløguna út

Jensina Olsen kemur í hesum døgum út við síni fyrstu fløgu, »eitt sindur av tí bláa«. Í samband við útgávuna verður almenn móttøka í TUTL á Káta Horninum Almenna móttøkan verður í TUTL á Káta Horninum hósdagin 20.november, klokkan 15.00. Fløguútgevin spælir nøkur løg og fløgan verður formliga útgivin.

 

Nýggja fløgan, ið verður útgivin av TUTL, er fyrsta tónleikaútgávan, har Jensina sjálv stendur fyri so at siga øllum. Hon syngur og spælir gittara, eins og hon sjálv hevur gjørt orð og løg.

 

Hon hevur eisini fingið hjálp frá tónleikarunum Leivur Thomsen, Rógvi á Rógvu, Michael Blak og Finnur Hansen, sum eisini stendur fyri upptøkum, ljóðblanding og mastering av fløguni.

 

Á nýggju fløguni »eitt sindur av tí bláa« eru 10 løg.

 

Útgávukonsert verður í Reinsarínum hóskvøldið klokkan 20.00.