Jensina Olsen framsýning í Mentamálaráðnum

TíÐindaskriv

Jensina Olsen letur upp listaframsýning í Mentamálaráðnum hósdagin 13. januar 2005, kl. 15.00 - 17.00. Framsýningin er opin mánadag til hósdag kl. 08.00 - 16.00, fríggjadag kl. 08.00 - 15.00.
Jensina Olsen er 34 ár, og hevur nomið sær út-búgving innan myndlist á Billed-skolen í Keyp-mannahavn.
Hon sýndi fyrstu ferð fram á Ólavsøku í 1999, og hevur síðan verið við á Ólavsøkuframsýn-ing-ini í Listaskálanum á hvørjum ári. Várið 2004 var hon fyrstu ferð við á Várframsýningini í Listaskálanum, har hon sýndi fram 17 oljumálningar, undir felagsheitinum "Býarbrot", sum var ein installatión við íblástri av Keypmannahavn. Annars hevur hon havt framsýn-ingar í Keypmannahavn, saman við øðrum listafólkum, td. Birkerød kunstforening, Norður-bryggjuni og Kunstforeningen Humlen.
Jensina arbeiðir ávikavist við olju, akryl og akvarell. Ofta er in-stallatiónstankin við í hennara arbeiði.
Til hesa framsýning í Mentamálaráðnum hevur hon akvarellir og oljumálningar við. Íblástur til myndirnar er nakað so einkult sum tá nakað møtist. Tvey ting kunnu møtast og útloysa eitt triðja innan í okkum, sum ikki sæst. Framsýn-ingin ber heitið "Aftur-skin".
Framsýningin í Mentamálaráðnum er opin til 23. mars 2005 og øll eru vælkomin.