Í hesum døgum eru Jensina Olsen og Lisbeth Nebelong á turne saman. Nordisk informationskontor í Flensborg stendur fyri hesum tiltaki. Lisbteh Nebelong hevur skrivað tvær bøkur, ið hava Føroyar sum tema. Hon fer at lesa brot úr bókunum ?Når engle spiller Mozart? og ?Færø blues?. EIsini fer hon at siga frá arbeiði sínum, sum rithøvundi. Jensina Olsen hevur júst givið út fløguna ?Eitt sindur av tí bláa?, sum hon hevur smíðað løg og orð til. Hon fer at siga frá sangum sínum og spæla løg úr nýggu fløguni.