40 ára gamli Jens Martin Knudsen hevur áður roynt at vinna føroyameistaraheitið í fótbólti. Hann var partur av gulliðnum hjá GÍ miðskeiðis í 90’unum, men tað er einki at dylja yvir, at nývunna FM-heitið er nakað heilt serligt fyri hann.
- Hetta merkir so ómetaliga nógv fyri meg at kunna vinna meistaraheitið í barndómsfelagnum hjá mær, segði ein heldur rørdur Jens Martin Knudsen í gullrokinum í Runavík sunnudagin.
Boð vóru fleiri ferðir eftir Jens Martin í hesum dystinum, og hann vísti fleiri ferðir, at hóast hann er farin um 40, so kann hann framvegis spæla við millum teir bestu.
Jens Martin ivast nú í, um hann skal halda fram sum spælari ella takka fyri seg.
- Eg havi ikki tikið nakrar avgerð um, hvørt eg haldi fram at spæla á hægsta stigi ella um eg gevist. Fyrst skal FM-heitið njótast, sigur hann.