##med2##
- Hjartað á røttum staði, og teir koyra á, hetta er júst tað vit hava brúk fyri. Mennirnir arbeiða hvønn dag fyri hesum, og teir geva alt. Og tað hevur verið tungt fyri teir hesa tíðina. Og hvat kann vera betur enn at svara aftur uppá hendan mátan. Soleiðis orðar viðmerkjarin hjá FM1, Jens Martin Knudsen seg um 2-1 sigurin hjá føroyska landsliðnum á Litava á Tórsvølli í kvøld.
- Hetta gevur so nógv til teir, at tá tað stendur ringast til, tað er tá teir vísa eitt stórt hjartað. Hetta er heilt ólukksáliga gott fyri hópin og fyri Føroyar. Og tit sum ikki vóru her í dag, tit forsømdi tykkum, segði ein sera fegin Jens Martin aftaná 2-1 sigurin var veruleiki.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samanumtøkuna hjá Tróndi og Jens Martini.











