Jens Martin er nýggjur venjari

Hann hevur í kvøld skrivað undir sáttmála í høvuðsstaðnum

Mynd: Undrið FF og FC Hoyvík

Í kvøld hevur Jens Martin Knudsen skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at hann nú verður venjari  í samanlagda felagnum í Hoyvík. Talan er um sáttmála, sum ber við sær, at Jens Martin verður venjari í Hoyvík trý tey næstu árini.

 

FC Hoyvík og Undrið FF eru samanløgd í eitt og sama felag. Besta liðið hjá samanlagda felagnum eigur plássið í næstbestu deildini, sum Undrið FF átti síðsta kappingarár.

 

Tíðindini um nýggja venjaran í Hoyvík hevur felagið í kvøld kunngjørt á Instagram vanganum hjá felagnum.

 

Jens Martin Knudsen sigur við Instagramvangan hjá felagnum í Hoyvík, at hann er sera spentur at fara undir uppgávuna, sum hann hevur bundið seg til at bera trý tey næstu árini.

 

Lagt verður aftrat, at felagið arbeiðir við at víðka og styrkja venjaratoymið. 

 

 

 

Mynd: Undrið FF og FC Hoyvík