Jens Marni Hansen spældi á Torginum. Hann er fløguaktuellur og spældi løg av fløgu síni. Hann er eina á palli, men er tryggur framførari og heilt fitt av fólki hevði leitað sær til pallin á Torginum.
Hans Hjalti Skaale undirhelt í Flagstjaldinum. Beinrakin er hann við skemtivísum sínum, og hann dugir væl at framføra tær. Og tað var heilt týðuligt, at fólk hugnaði sær og sungu við.
Stuttligt var, at hann hevði Eyðun Nolsøe við á banjo, og at Eliesar í Pállstovu eisini kom á pall sum gestasangari, eins og ein fitt smágenta, ið spældi violin.