Jens Marni hevur útgávukonsert í Manhattan

Jens Marni Hansen, sum í vikuni hevur givið sína debutfløgu út, hevur útgávukonsert í Manhattan hetta vikuskiftið. Fyrrverandi Showmaðurin spælir bæði fríggjakvøld og leygarkvøld.

 

Byin.fo er høvuðsstuðul í sambandi við fløguútgávuna, sum eftir ætlan skal vera lopfjølin til eina altjóða tónleikakarrieru.

 

Fløgan er rokkugt við fleiri dugnaligum gestatónleikarum, men hetta vikuskiftið spælir Jens Marni einsamallur.

 

Tað bilar einki. Jens Marni hevur víst, at hann er ein framúr góður einstaklingur.

 

Tað er altíð gott lív í, tá Jens Marni Hansen spælir og syngur í Manhattan.