Jens-Kjeld við nýggjari fuglabók

Onnur fuglabókin og triðja í alt hjá Jens-Kjeld Jensen er komin á gøtuna, og hesaferð er tað havhesturin, sum verður viðgjørdur

Í dag er havhesturin mest vanligi fuglurin í Føroyum, men tað er í roynd og veru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at hann fyrstu ferð var at síggja um okkara leiðir.
Sambært »Mallemukken på Færøerne«, sum bókin kallast, byrjaði havhesturin at verpa í Suðuroy í 1839, og spreiddi seg síðani kring oyggjarnar fram til 1892, tá hann sum seinasta oyggj bygdi reiður í Nólsoy.
Bókin umrøður havhestastovnin í síni heild, og tað umfatar bæði vísindaligar kanningar og veiðihættir.
Eitt, sum sermerkir bókina – umframt frálíkt vísundaligt avrik – eru mongu einastandandi vøkru myndirnar, sum høvundurin í høvuðsheitinum hevur tikið sjálvur.
Kanningar, sum høvundurin í flestu førum hevur gjørt sjálvur ella hevur verið við til at gjørt, verða umrøddar, eins og ymsu veiðimátarnir verða viðgjørdir.
Havhestur verður sum eingin annar fulgur býttur upp í veiði sum ungi og gamal fuglur. Sum ungi verður hann tikin á sjónum, meðan hann sum gamal antin verður skotin ella fleygaður.
Greitt verður frá, hvussu fuglurin verður hagreiddur, og hvussu til ber at keypa ungan bæði sum saltaðan, frystan ella eisini skrædlaðan.
Jens-Kjeld Jensen hevur áður skrivað bókina »Lundefangst – en fangstdag på Nólsoy«, og »Firvaldar – 155 ymiskir firvaldar í Føroyum«.
Umframt hetta hevur hann eisini latið úr hondum fleiri enn 500 dagblaðsgreinar. Jens-Kjeld Jensen er dani, men hevur búð í Nólsoy í útvið 40 ár.
Bókin »Mallemukken på Færøerne« er sum nevnt at fáa í bókabúðunum kring landið.