Jens Erik skoraði sigursmálið í síðstu løtu

Heimasigurin ímóti 07 Vestur var tann fyrsti hjá TB í hálvttriðja ár

Fótbóltsfepurin er av álvara kyknaður á Tvøroyri, TB og í Trongisvági.

 

Mikukvøldið endaði tað málleyst ímóti HB, og í dag gekk tað uppaftur betur, tá ið 07 Vestur var gestur í Trongisvági.

 

7. november í 2020 vann TB 3-2 á heimavølli ímóti Skála. TB slapp undan niðurflyting, men í 2021 eydnaðist tað aldursforsetanum bara at skava trý stig saman í trimum javnleikum.

 

Í fjør var TB í næstbestu deildini, men nú er TB av álvara aftur, har teir á Tvøroyri halda, at teir hoyra heima.

 

Tað sá annars út til, at tað fór at enda við javnleiki. John Villi Wøldike Leo legði TB á odda tíggju minuttir undan steðginum, eftir at Andreas Thomsen í vinstru legði væl útfrá.

 

Átta minuttir undan leikloki javnaði 07 Vestur. Jasper Van Der Heyden, ið ikki var nóg væl fyri at vera millum teir fyrstu ellivu, varð 12 minuttir undan leikloki skiftur inn, og fýra minuttir seinni rann hann seg leysan í høgru, og so smekkaði hann til úr spískum í høgru, og bólturin sat í handara síðuneti og dygst úti við stólpan.

 

So sá tað út, at tað fór at enda javnt, hóast bæði liðini stríddust fyri at vinna. Og tað eydnaðist TB at skora sigursmálið, tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina.

 

Gilli Rólantsson Sørensen við miðverji, men fram ímóti dystarenda var hann fleiri ferðir á mótstøðuhálvuni, og eftir sending fram til Jens Erik Bruhn sneiddi Jens Erik seg fram og setti úr spískum bóltin í málið, og tað var mest sum eingin endi á fagnaðinum í heimaleguni.

 

Hetta var 69. landskappingardysturin í bestu deildini hjá Jens Erik Bruhn, og hetta var onnur ferðin, at hann var málskjútti.

 

Nú hevur TB fýra stig og er omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

07 Vestur hevur fýra stig og er í løtuni á áttanda plássi.

 

 

 

TB - 07 Vestur 2-1 (1-0)

 

1-0: John Villi Wøldike Leo

 

1-1: Jaspar Van Der Heyden

 

2-1: Jens Erik Bruhn