Jenis vil ikki kennast við brævið frá Bárði

Sjónvarpið visti í gjár at siga, at Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, hevur skrivða bræv til Føroyanevndina hjá Fólkatinginum, har hann millum annað sigur, at áhugin fyri ríkisfelagsskapinum viknar í Føroyum, um vit ikki fáa hægri blokkstuðul.

Høgni Hoydal helt hetta vera eitt tað døkkasta brævið í Føroya søgu, og tða fekk hann at hugsa um føroyingar, sum í næstsíðstu øld skrivaðu til kong, tá hann ætlaði at taka av einahandilin, skrivaðu væl kenda brævið við innihaldinum »vi fattige folk udi Færø...«

Sjónvarpið visti at siga, at brævið hevði Bárður Nielsen skrivað vegna samgonguna. Men tað vil Jenis av Rana ikki hava sitandi á sær:

– Bárður Nielsen umboðar seg sjálvan og Sambandsflokkin, ikki samgonguna og tí heldur ikki Miðflokkin, sigur Jenis av Rana.

Og hann sigur víðari:

– Mong við mær mundu hvøkka við, tá sjónvarpið í gjárkvøldið visti at siga frá brævi, sum, sambært orðing sjónvarpsvertsins, umboðaði hugsan samgonguflokkanna um sokallaða blokkin og ríkisfelagsskapin. Talan er um bræv, sum løgtingsmaðurin hevur sent føroyanevnd fólkatingsins, har hann í orðum og grafum, á heldur neiligan hátt, viðger førleika føringa at skipa síni egnu viðurskifti. Vegna Miðflokkin vil eg hervið boða frá, at brævið, skrivað í besta sambandsstíli, er Bárðs egna og umboðar hvørki hugsanir samgongunnar ella Miðfloksins, sigur Jenis av Rana.