Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur fingið fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, um kanningar og viðgerðir av føroyskum fostrum. Jenis spyr millum annað, um føroyingar skulu fylgja dønum í tilmælinum um at nýta sokallaðar nakkalegdarskanningar. Hesar kanningar kunnu avdúka Downs syndrom.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum sigur, at endamálið við fyrispurninginum er at finna útav, hvussu tengdir føroyingar eru at dønum, tá tað snýr seg um kanningar av fostrum og tí viðvíkjandi.