Jenis mótmælir tyssibumbum hjá Biden

Umvegis amerikanska sendimannin í Keypmannahavn heitir Jenis av Rana á amerikanska forsetan um at sleppa ætlanini um at geva Ukraina sonevndar tyssibumbur

 

Alan Leventhal, amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Í brævinum, sum Jenis av Rana sum formaður í Miðflokkinum hevur sent Alan Leventhal, sum er amerikanskur sendimaður í Keypmannahavn.

Jenis av Rana sigur, at hann vegna Miðflokkin heitir á hann um at siga Joe Biden, forseta, at hann skal umhugsa avgerðina av nýggjum at senda sonevndar tyssibumbur til Ukraina.

Hann vísir í brævinum á, at ukrainska og russiska fólkið hevur verið ígjøgnum ræðuleikar seinastu 16 mánaðirnar og kann ikki verða fordømt nóg nógv. 

– Men at senda slík altoyðileggjandi vápn fer at gera skarnsgerðirnar enn verri langt fram í tíðina, tá tey fara at oyðileggja framtíðina hjá eftirkomarunum.

Heldur enn at eggja til at gera kríggið verri, vilja vit vinaliga heita á tjóð tína enn einaferð at trína fram og semjast um at hetta ræðuliga kríggið endar.

Vit biða til Himmalska Gud og Faðir um at vera fremsti ráðgevi hjá amerikanska forsetanum í hesum og øðrum truplum málum, skrivar Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, í brævinum til amerikanska sendiharran í Keypmannahavn.

 

##med2##

 

Alan Leventhal, amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum