Jenis góðkent ”greenwashing”

"Stovnar, ið framleiða barnatilfar í stórum og góðum nøgdum"...Jenis er heilt einastandandi. Kringvarpið royndi fyri stuttum at fáa "hol" á frálærutilfarið til 6´flokka næmingar nevnt Sjófeingi, ið luktaði rættuliga illa av umbidnum propaganda frá ávísari vinnugrein. Vinnan (fyritøkan) sjálvt fíggjaði enntá tilfarið, og fekk egnu orðingar við til heilavaskið av okkara óspiltu børnum.

Nú kenni eg Jenis rættuliga væl, og veit at ein ikki skal skoða hundin á hárinum, og eisini ansa sær fyri følskum prædikantum, men í førum kann Jenis tykjast meira enn bara eitt sindur ovboðin fyri hvussu nógvan shitt hann megnar at servera fyri landsins íbúgvum.

Og sjálvt um ein óteljandi ferðir bað um eitt prát við Jenis, sum landsstýrismann, so heppnaðist aldrin at hitta mannin. Eg kann møta hann í FK ella onkrum øðrum handli, umborð á Smyril til eitt vikuskifti til heimstað okkara, men tað er líka sum eitt sindur uttan fyri embætismannin Jenis av Rana.

Tá maðurin góðtekur grova propaganda..."greenwashing" frá vinnuáhugamálum, og heimilar at slíkt kann góðtakast sum frálærutilfar til børn, og verða grundarlag til menning av okkara komandi ættarliðum, er Jenis heilt einfalt ikki kompetentur ella brúkiligur sum landsstýrismaður og heldur ikki sum løgtingsmaður.

Fyrsta treyt fyri at sita í einum av mest tíðandi sessum í landsins leiðslu, er at viðkomandi persónur er fult álítandi og reiðiligur. Tað hevur Jenis av Rana við góðkenning av frálærutilfarinum Sjófeingi prógvað, at tað er hann ikki. Hann hevur heimilað "greenwashing", ið ikki er loyvt sambært okkara lóggávu fyri marknaðarføring, og hevur sostatt framt brot á landsins egnu lóggávu.


Jenis er settur sum menta- og uttanríkismálaráðharri. Um okkara mentan skal verða til skutils hjá privatáhugamálum, so hesi fáa sum mest burturúr, vil eg geva Jenis av Rana sera vánalig skoðsmál, og enntá biða til Vàrharra (sarkasma) um at gera sítt ítarsta fyri at Jenis aldrin verður at sita í einum landsstýrissessi aftur.