? Fyri Miðflokkin hevur tað verið avgerandi, at tað er Føroya Fólk, sum á fólkaatkvøðu ger av spurningin um fullveldi. Vit hava viðurkent rætt landsstýrisins at virka fyri tí politikki, teir vórðu valdir til. Miðflokkurin tók undir við avgerð teirra at fara til samráðingar við danir, men treytaðu okkum ? og fingu lyfti um ? eina fólkaatkvøðu, ið skuldi verða bindandi.
Hetta sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, í framsøgurøðu Miðfloksins undir viðgerðini av uppskotinum til Sjálvstýri Føroya Fólks, sum var til viðgerðar í løgtinginum hósdagin.
Jenis av Rana harmaðist um, at eingin fólkaatkvøða verður og spyr, hví samgongan ræðist at lata Føroya fólk ráða í hesum máli. Hann vísir á, at vit í Føroyum flentu at dønum, tá teir ikki virldu góðtaka ES-fólkaatkvøðuúrslit dana, men hildu nýggja atkvøðugreiðslu fyri at fáa »rætta« úrslitið.
? Hjá okkum er støðan verri. Landsstýrið torir ikki eingang at halda eina fólkaatkvøðu, tí teir tykast at óttast eitt úrslit, ið gongur teimum ímóti. Er hetta demokrati, spyr Jenis av Rana.
Samgongan ræðist sítt egna uppskot
Jensi av Rana spyr eisini samgongutingmenn, um nakar teirra hevði torað at atkvøtt um eina fólkaatkvøðu við eini skiftistíð upp á fýra ár. Hann vísir á, at Miðflokkurin longu eftir fyrstsa samráðingarumfar mælti landsstýrinum til at skriva út fólkaatkvøðu um úrslitið. Men landsstýrið valdi heldur at fara biddaragongd til Danmark fleiri ferðir.
Framsøgumaður Miðfloksins tók eisini saman um tað, sum er komið burtur úr hesi trý árini, sum farin eru av hesum valskeiðinum. Hann helt, at tað, sum eftir stendur, er, at samgongan ræðist sítt egna »bara-fullveldi« uppskot.
Í fyrstuni var einki óført. Ferð eftir ferð hoyrdu vit, at tað var ikki Poul Nyrup Rasmussen ella aðrir danir, ið skuldu gera av hesi viðurskifti. Men tá Nyrup hostaði fyrstu ferð, hoknaði landsstýrið. Og tá Nyrup hostaði aðru ferð, misti landsstýrið alt álit á føroyingar, staðfestir Jenis av Rana.
Desperat roynd at bjarga samgonguni
Jenis av Rana lýsir uppskotið sum eina desperata roynd at halda saman upp á samgonguna, heldur enn at halda givin lyfti. Hann spyr eisini, hvussu úrslitið man gerast, tá Poul Nyrup Rasmussen hostar triðju ferð? Hvussu man tað uppskotið, samgongan kemur við, tá síggja út og eita?
Hvat skal privatiserast?
? Hvørjar ítøkjuligar ætlanir um privatisering eru gjørdar ella eru í umbúna, vildi Jenis av Rana hava at vita frá landsstýrinum. Hann helt fyri, at tá samgongan varð tikin úr respiratorinum ljóðaði, at orsøkin var, at annar landsstýrisflokkur vildi gera eyðmýkingina av hinum fullkomna við at brúka nakrar mánaðir afturat fyri at fáa privatiserað Føroya Banka og Fiskavirking. Jenis av Rana vildi hava at vita, um hetta var so.
Hann helt tað ikki vera rættvíst, at landsstýrið nú ætlar at taka banka Føroya fólks og luta hann út til teir fáu ? kanska teir somu, sum í kreppuárunum fyrst fingu ognir sínar bjargaðar gjøgnum bankabjargingina, og síðani kanska vóru millum teir mongu, ið vórðu saneraðir.
Milliardin úr Danmark er millumrokning
Jenis av Rana vildi eisini hava at vita, um landsstýrið hevur gjørt nakað fyri at fáa greiðu á, um milliardin úr Danmark er ein gáva, sum fleiri vilja vera við, ella um talan bara er um eina millumrokning millum danir og NATO, har Grønland og Føroyar eru tey stóru aktivini.
? Verður ongantíð tosað um hesi viðurskifti millum landsstýrismenn, ella velur landsstýrið at tiga við hesum av ørðum ? okkum í dag loyndum ? faktiskum grundum, vildi tingmaður Miðfloksins hava at vita
? Ella trýr landsstýrið upp á danir, sum vælgerarar, uttan at teir fáa nakrar sømdir afturfyri, spurdi hann.
? Støða Miðfloksins er púra greið: Vit føroyingar eiga hesa milliardina við rubb og stubb, og um so er, so er roknistykkið, sum m. a. verður sett upp í fyriliggjandi uppskoti til samtyktar, óveruligt, segði Jenis av Rana.
At enda segði Jenis av Rana, at fullveldismálið hevur yvirskuggað alt ov nógv í føroyskum politikki seinastu trý árini. Hetta helt hann vera spell, tí føroyska samfelagið og Føroyar fólk treingja so harðliga til at onnur mál verða prioriterað.