Jayme Closs rænd síðan fjør heyst

Henda gentan, 13 ára gamla Jayme Closs, er umrøðuevni í nógvum útlendskum miðlum í dag.

Henda gentan, 13 ára gamla Jayme Closs, er umrøðuevni í nógvum útlendskum miðlum í dag. Hon hevur nevniliga verið sporleyst burtur síðan miðskeiðis í oktober síðsta ár. Men, nú er hon funnin aftur á lívi. Søgan hevur røtur yviri í Wisconsin í USA, har hon búði saman við foreldrum sínum.

 

Tá bæði foreldrini vórðu funnin skotin og dripin hin 15. oktober í fjør, eftir eitt innbrot í húsini, har familjan búði, var 13 ára gamla, Jayme Closs, ongastaðni at finna. Løgreglan arbeiddi tískil út frá tí ástøði, at gentan helst var rænd av drápsmonnum ella drápsmanni.

 

Men, hósdagin í hesi vikuni kom Jayme Closs afturíaftur. Hon varð funnin í býnum, Gordon, stívliga hundrað kilometrar norðan fyri, har hon seinast varð sædd. Myndugleikarnir hava higartil verið rættiliga tigandi um málið, men at enda váttaðu teir tíðindini um afturkomuna.

 

Tá tað hósdagin byrjaði at frættast í sosialu miðlunum, at gentan møguliga var afturíaftur komin, vildi løgreglan ikki beinanvegin vátta tíðindi. Men, seinni henda dagin segði løgreglan, at gentan varð funnin aftur á lívi, og at Jayme Closs nú er saman við teimum, sum hon eigur eftir í familjuni.

 

Miðlar í USA hava skift orð við eina kvinnu, sum var úti og luftaði hundin, og hon sigur, at hon var tann fyrsta, sum sá hina 13 ára gomlu, Jayme Closs. Gentan kom oman eftir gøtuni, kløn, skitin og í ov stórum skóm. Hon setti seg í samband við kvinnuna við hundinum og segði, at hon hevði brúk fyri hjálp.

 

- Eg var á rætta staðnum í røttu løtuni, sigur kvinnan, sum ikki alment vil siga, hvør hon er. 

 

Hóast dúgliga hevur verið leitað, hevur seinastu tríggjar mánaðirnar einki lívstekin verið til burturblivna tannáringin, sum hevur verið eftirlýst í øllum USA, eins og myndir av henni hava verið vístar bæði á plakatum, heimasíðum, bløðum, sjónvarpi og á netinum annars.

 

Amerikanska løgreglan sigur í dag, at tey eisini hava handtikið ein ungan mann, sum er mistonktur í málinum, og hesin er mistonktur fyri bæði at hava dripið foreldrini og at vera maðurin, sum hevur rænt og hildið hini 13 ára gomlu aftur síðan hin 15. oktober í fjør.