Javnvág á fíggjarlógina innan 2008

Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
?????

Ein løgtingsfíggjarlóg hevur fleiri endamál, og í nógvum førum eru hesi endamálini mótstríðandi. Tí mugu politikarar velja, hvat av endamálunum teir vilja leggja størstan dent á.
Eitt av endamálunum við fíggjarlógini er politisk raðfesting. Hetta merkir, at politikarar skulu velja, hvørji øki í samfelagnum teir vilja leggja dent á at útbyggja, og tilsvarandi peningur verður síðani játtaður til hesi øki.
Eitt annað endamál við fíggjarlógini er konjunkturútjavnan. Øll vita vit, at búskapurin broytist alla tíðina, og at vit við hvørt hava góðar tíðir, hvar ið pengarnir hava hug at streyma inn í kassan, meðan við til aðrar tíðir hava búskaparlig hóttafall. Tí má trýstast á bremsuna, tá ferðin á búskapinum gerst ov nógv, og mótsett má meira ferð setast á, tá búskapurin er um at steðga upp. Eisini hetta verður fíggjarlógin brúkt til.
Eitt triðja endamál við fíggjarlógini er at ansa eftir gjaldførinum hjá landskassanum.

Samgonguskjalið
Í samgonguskjalinum millum verandi samgonguflokkar, hava flokkarnir sett sær sum mál at reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, har endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum, men samstundis at fáa javnvág aftur á fíggjarlógina, tað vil siga, at hallið skal burtur.
Tá fíggjarlógin fyri 2005 varð viðgjørd, vóru greiðar ábendingar um, at vøksturin í búskapinum var nógv minkaður. Hetta hevði við sær, at dentur varð lagdur á, at almennar íløgur í mest møguligan mun skuldu gerast í Føroyum, fyri at tær skulu vera so arbeiðsskapandi her á landi sum til bar. Til samanberingar kann nevnast, at undanfarna landsstýrið valdi at byggja nýggja Smyril í Spania og Brimil í Noreg, men tá vóru tíðirnar eisini øðrvísi.
Íløgukarmurin fyri 2005 varð raðfestur soleiðis, at hann skuldi stimbra virksemið mest í teimum pørtum av landinum, har arbeiðsloysið var størst.

Raðfestingin
Eldra- og heilsuøkið vórðu raðfest høgt á fíggjarlógini. Skattalættar vórðu framdir samstundis sum pensjónsskipanin varð gjørd betri. Dentur varð lagdur á, at tillagingar og niðurraðfestingar skuldu gerast har tær nervaðu vælferðarsamfelagnum minst møguligt.

Hallið má burtur
Stóra politiska avbjóðingin viðvíkjandi fíggjarlógini fyri 2005 var, at hallið ikki skuldi vaksa, samstundis sum fíggjarlógin ikki mátti virka tálmandi fyri virksemið í landinum. Men hóast hallið ikki veksur, so er tað framvegis stórt, og hetta gongur útyvir gjaldføri landskassans. Neyðugt er tí at samgongan setir sær sum mál, at hallið skal vera burtur innan 2008.