Føroyska U21 landsliðið í manshondbólti skal til eina spennandi altjóða hondbóltskapping í næstu viku, og tí vóru tveir dystir í FDZ deildini leiktir í gjárakvøldið.
Í fyrra hálvleiki var gongdin jøvn í Kollafirði, har KÍF og StÍF hittust. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14, men tá dysturin var liðugur hevði KÍF vunnið ein sannførandi 34-21 sigur. Nicklas Selvig skeyt 10 mál, og Hans Eli Sigurbjørnsson skeyt átta mál fyri KÌF. Pætur Johansen skeyt átta mál fyri StÍF.
Team Klaksvík gjørdi á heimavølli ein vørr ímóti Neistanum, og var heimaliðið á odda 19-15, men longu tá 38 minuttir vóru farnir var Neistin á odda 23-21, og teir bláu hugdi ikki aftur, men vunnu ein tryggan 33-26 sigur á Team Klaksvík. Bogdan Florea skeyt seks mál fyri Team Klaksvík. Tommy Fletcher og Rói B. Hansen skoraðu sjey mál í part fyri Neistan.