Norðurlendskt samstarv er fastur táttur á árligu kvinnurættindaráðstevnuni í New York. Eins og í fjør varð skipað fyri sonevndum parallel-event í sambandi við ráðstevnuna. Hesaferð vóru tað javnstøðunevndin og norska Likestillings- og diskrimineringsombudet, ið skipaðu fyri tiltaki undir heitinum Draw the Line!, ella á føroyskum, ‘Tekna markið!’.
Søguliga norska sjómanskirkjan á Manhattan var karmur um tiltakið, sum var sera væleydnað. Umleið 60 fólk úr øllum herðashornum høvdu leitað sær til tiltakið at lurta og taka lut.
Evnið á tiltakinum var sexchikana og kynsligur ágangur á arbeiðsplássum; ein av stóru javnstøðuavbjóðingunum í øll norðurlondum. Umframt at greiða frá, við hvør sínum sjónarhorni, um tá sexistiskur atburður vísur sítt ljóta andlit í arbeiðsumhvørvinum, varð eisini kjakast um, hvørji ítøkilig amboð kunnu nýtast fyri at basa trupulleikanum.
Hóast stóru framstigini á javnstøðuleiðini tey seinastu mongu árini, so vindur mótrákið íupp á seg um allan heimin. Tí hevur javnstøðuarbeiðið minst líka stóra týdning í tíðini, vit nú ganga ímóti.
Tað er ofta á arbeiðsplássinum, at mismunur vegna kyn kemur fyri, og tað eru serliga kvinnur og minnilutabólkar, ið verða rakt. At beina burtur sexchikanu og kynsligan ágáng er ein fortreyt, um ynskið er at skapa trygt og fevnandi umhvørvi fyri øll at trívast og spíra á yrkisleiðini.
Ymisk samfeløg við somu avbjóðingum
Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetrinum, legði fyri við framløgu um javnstøðuavbjóðingar í útjaðarsamfeløgum í norðurlendskum samanhangi, eitt nú kynsligur ágangur. Síðani helt norska javnstøðuumboðið, Bjørn Erik Thon, upplegg um nýggja samvirknað samskiftisamboðið, sum Likestillings- og diskrimineringsombuddet hevur framleitt til tess at varpa ljós á kynsligan ágang og sexchikanu á arbeiðsplássum. Samskiftisamboðið Draw the Line hevur til endamáls at kunna um, og skapa størri fatan av, sexchikanu og kynsligum ágangi.
Harumframt varð skipað fyri orðaskifti um, hvør framburður hevur verið á økinum í Norðurlondum seinastu tíðina, umframt hvussu vit halda fram at flyta okkum fram á leið.
Luttakarar vóru
Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini
Bjørn Erik Thon, norska javnstøðuumboðið
Elisabeth Erke, limur í norska sámatinginum
Linn Andersen, serligur ráðgevi í norska fakfelagssamtakinum Landsorganisasjonen i Norge
Erika Anne Hayfield, lektari á Fróðskaparsetrinum
Í framløgu sínari legði Erika Hayfield millum annað dent á, at meðan øll Norðurlond hava nógvar av teimum somu avbjóðingunum at dragast við, tá tað ræður um mismun vegna kyn á arbeiðsplássum, eru tó viðurskifti, sum serliga eyðkenna lutfalsliga lítla føroyska oyggjasamfelagið.
Sum Halla Nolsøe Poulsen greiddi frá, hava Føroyar, eins og grannalondini, tørv á at halda fram at varpa ljós á hesar avbjóðingar. Harumframt er umráðandi, at stovnar sum javnstøðunevndin eiga sín lut í framburðinum, greiddi Halla frá.
- Rákið í Føroyum, ið setur kynsligan ágang og sexchikanu á arbeiðsplássum í ljósmálan, hevur góð gróðrarlíkindi, letur til. Hetta er millum annað djørvum einstaklingum at takka. Men meira skal gerast fyri at basa trupulleikanum, eitt nú sterkari føroysk lóggáva. Eisini er umráðandi, at alt samfelagið nú heldur fram at viðgera hesi viðurskiftini, tí talan er um ein strukturellan trupulleika, sum krevur miðvíst arbeiði í øllum samfelagnum.
Javnstøðunevndin fegnast um, at evnið fekk ta uppmerksemið, ið tað hevur uppiborið. Greitt er, at sexchikana og kynsligur ágangur á arbeiðsplássum framvegis er ein avbjóðing, sum krevur skipað átøk og viðgerð, bæði í Føroyum og í grannalondunum. Hetta løgdu øll umboðini dent á undir tiltakinum.
Eitt boð upp á ítøkilig átøk, ið kunnu muna, er norska dialog-amboðið Draw the line, sum okkara norsku samstarvsfelagar hava framleitt. Hetta ætlar javnstøðunevndin at fáa størri kendskap til komandi tíðina.
Samskiftisamboðið Draw the Line er alment og liggur tøkt her.
Javnstøðunevndin takkar øllum, ið tóku lut. Og eina serliga tøkk bera vit Likestillings- og diskrimineringsombuddet fyri gott samstarv.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##