Hans Edward Andreasen, ið var oddamaður og sangskrivari í tiltikna rockbólkinum The Dreams, er nú aftur til reiðar at stíga inn á føroyska rockpallin.
Eftir longri steðg er rocksangarin klárur við nýggjari orku og nýggjum bólki.
Swardi er nýggi rockbólkurin hjá Hans Edwardi Andreasen, og hann fer at spæla stóru hittini hjá The Dreams og bólkinum glóð umframt nýggjar sangir.
Fólk sleppa á Summar Festivalinum at uppliva Swardi tulka sangir sum »La' Mig Være«, »Backstabber«, »Verden Vil Bedrages«, »Spilt tíð« og »Sasasasa« við fullum útblástri á Vágsbø. Eisini verða onkrir nýggir sangir framførdir. Hetta verður ein av ársins stóru rockkonsertum.
Umframt Hans Edward Andreasen spæla Rúni Mouritsen, Leivur Vitalis og Høgni Fagraberg í Swardi.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.