Meinhard og liðfelagarnir vunnu seg í ovara endaspælið

Meðan Kolding megnaði málsetningin snávaði liðið hjá Adriani R. Justinussen og Daniel Johansen

Í kvøld var seinasta umfarið leikt í grundspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Meinhardi E. Olsen og liðfeløgunum í Kolding at vinna seg millum seks tey fremstu liðini, og sostatt skulu teir spæla 10 dystir í ovara endaspælinum.

 

Meinhard var á vøllinum í 64 minuttir, tá Kolding í kvøld vann1-0 á Hobro á Autocentralen leikvøllinum í Kolding. Fyrri hálvleikur var 32 minuttir gamal tá Christian Vestergaard skoraði sigursmálið.

 

Kolding er nummar fimm í deildini við 34 stigum.

 

Adrian R. Justinussen var á vøllinum í 57 minuttir, og Daniel Johansen var millum teir, ið komu á vøllin í 57. minutti, tá Hillerød snávaði í royndini at røkka einari topp-6 endastøðu í grundspælinum.

 

Tað endaði 1-1 í dystinum millum Hillerød og B93 á leikvøllinum í Forum. B93 legði seg á odda longu í fimta minutti í fyrra hálvleiki. Bert seks minuttir seinni javnaði Jonathan Witt til 1-1, men Hillerød fekk ikki neyðuga sigursmálið, og endaði teir á sjeynda plássinum við 32 stigum. Hillerød endaði tvey stig aftanfyri Esbjerg og Kolding, ið bæði hava 34 stig.

 

Mattias H. Lamhauge sat aftur á beinkinum í dysti hjá Fredericia í kvøld. Fredericia vann á útivølli 1-0 á Vendsyssel FF. Fredericia endaði á næstfremsta plássinum í grundspælinum við 40 stigum, sama stigatali sum gamla liðið hjá Halli Hansson, AC Horsens. OB er langt fremst við 49 stigum.