Frameftir skulu pápar í Finlandi fáa eins nógv í farloyvi, sum mammurnar fáa. Finska stjórnin hevur gjørt greitt, at farloyvi hjá bæði mammum og pápum skal leingjast, men at farloyvið hjá pápunum verður longd so mikið nógv, at tað fer at vera eins nógv og tað, sum mammurnar fáa.
Í løtuni fáa finskar mammur 4,2 mánaðir í farloyvi, meðan pápar fáa 2,2 mánaðar. Um gongur sum ætlað hjá stjórini, fáa bæði foreldur 6 mánaðir og tvær vikur í part, umframt at mamman fær ein mánaða undan føðing, soleiðis at samlaða talið á farloyvi verður 14 mánaðar.
Aino-Kaisa Pekonen, heilsumálaráðharri, sigur, at Finland er farið undir "radikalar broytingar" á familjuøkinum við tí fyri eyga at styrkja sambandið millum børn og foreldur.
Eftir ætlan skal tað vera møguligt hjá foreldrunum at lata 69 dagar millum sín, og støk foreldur fáa farloyvi fyri tvey foreldur.
Sanna Marin, nýggi finski forsætismálaráðharrin, vil vera við, at Finland hevur enn nakað eftir á mál fyri at røkka javnstøðu, og at tað framvegis eru ov fáir finskir pápar, ið nýta tíð saman við børnum sínum, tá tey eru lítil.











