Andin í ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, er javnrættindini fyri øll – og harvið eingi serrættindi. Hetta sæst aftur í tilmælunum til Føroya landsstýri frá ST nevndini, sum vísir Føroya landsstýri á viðurskifti, har javnrættindini ikki eru tryggjað.
Javnrættindi og eingin mismunur
Nevndin vísir á, at Føroya Løgting eigur at samtykkja eina lóg, sum tvørtur um geirar tryggjar og fyribyrgir mismun út um arbeiðsmarknaðin, og at teir manglar, sum gera mismun, orsaka av breki, verða staðfestir.
Grund fyri hesum er grein 5 í sáttmálanum, sum sigur, at Føroyar, við at samtykkja sáttmálan, viðurkenna, at øll fólk eru eins fyri lógini og hava rætt við ongum mismuni til somu verju og sama gagn av lógini. Limalondini skulu banna øllum mismuni, grundað á brek, og tryggja fólki, ið bera brek, javnbjóðis og munagóða lógarverju ímóti mismuni sama, hvør grundin er. Fyri at fremja hetta, skulu Føroyar taka øll hóskandi stig at tryggja, at rímiligar tillagingar verður gjørdar.
Løgtingslóg nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismun á arbeiðsmarknaðinum, orsakað av breki, er í tráð við ST sáttmálan. Hetta er avgjørt ein góð byrjan. Neyðugt er nú at víðka tílíkar lógir, so allur mismunur orsaka av breki verður bannaður.
Hetta seinasta árið er í nógvum førum víst til ST sáttmálan, tá ið MBF fær uppskot til lógarbroytingar til hoyringar. Hetta er at fegnast um, men tað er munur á at vísa til ST sáttmálan og at nýta sáttmálan sum grundarlag fyri lógarbroytingum og lógarsmíði annars.
Atkoma í víðastu merking
Nevndin vísir víðari á, at eingin umfatandi skipan er, sum skal tryggja fólki, ið bera brek, somu møguleikar fyri atkomu. Hetta er atkoma í víðari merking t.v.s., atkoma inn í bygningar og fram at ymiskum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði á bygd og í bý.
Grund fyri hesum er grein 9, sum vísir á týdningin, at fólk, ið bera brek, kunnu liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum.
Nevndin mælir til, at Føroya Landsstýri ger eina samlaða ætlan fyri at tryggja fólki, ið bera brek, atkomu til hentleikar, tíðindi og tænastur, sum skulu innihalda ítøkilig mál, tíðarætlan, fíggjarætlan, revsitiltøk og eftirmeting.
Við uppskotinum um føroyska bygningsreglugerð, sum hevur verið til hoyringar í heyst, koma flestu viðurskiftir viðvíkjandi atkomu til bygningar o.l. í rætt lag, tá ið reglugerðin verður sett í gildi. Tó mugu vit ikki steðga har, men eigur arbeiðið at halda fram, so vit fáa tryggjað, at ikki bara atkoma til bygningar, men atkoma í víðastu merking eisini verður veruleiki.
Deyv og tunghoyrd fyri mismuni
Nevndin vísir í hesum sambandi staðiliga á trupulleikan, at sendingar í almennu tíðindarásini KVF bara verða tekstað ella teknmálstulkað, um tey verða roknað sum sertíðindi við serstøkum áhuga.
Nevndin mælir til, at Føroya Landsstýri tryggjar atkomu fyri bæði tey, sum eru tunghoyrd og tey, sum eru deyv til allar sendingar í KVF.
Í dag verður Dagur og vika, 3-2, Kjakið og Vangamyndin stroymað við teknmálstulki. Hetta gevur teimum, ið eru deyv, møguleika at fylgja beinleiðis við í hesum sendingum. Her hava tunghoyrd tó onga atgongd. Aðrar sendingar sum t.d. mentanarsendingar, dokumentarar, sum fylla nógv í vanliga samskiftinum, eru deyv og tunghoyrd útistongd frá.
Ein kærkomin broyting hevði verið, at allar føroyskar sendingar vórðu tekstaðar. Annar møguleiki var, at sendingarnar vórðu tekstaðar, so møguleiki var hjá teimum, sum ynskja tað, at velja tekst til sendingar á tekstvarpinum.
At liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið
ST nevndin vísir í tilmælunum út frá grein 19 í sáttmálanum á avmarkaðu møguleikarnar fyri fólk, ið bera brek, frítt at vela, hvar tey vilja búgva.
Nevndin mælir til, at Føroya Landsstýri skipar soleiðis fyri, at fólk, ið bera brek, frítt kunnu velja hvar, og saman við hvørjum tey vilja búgva, eins og tey kunnu fáa neyðugu hjálpina at liva sjálvstøðugt.
Ítøkiliga arbeiðið at gera bústaðarmøguleikarnar fjølbroyttari er byrjað. Sum víst hevur verið á, so verða tilsamans 24 vardir bústaðir bygdir í Klaksvík og Runavík, 8 íbúðir í búfelagsskapi í Klaksvík, depil til fjølbrekað í Runavík, ein virknis- og umlættingardepil á Sandi, og farið er undir fyrireikingarnar til sambýli fyri fólk við serligum avbjóðingum í Havn.
Føroyar fyri øll
Føroyar eru fyri øll – tað eru øll óivað samd um, tó tær í dag í veruleikanum ikki eru tað. Víst verður í tilmælunum frá ST til Føroya landsstýri á viðurskifti, sum eru góð, og eisini á viðurskifti, sum eiga at gerast betri. Tí mugu allar Føroyar – Føroya landsstýri, Føroya løgting og allir føroyingar - vera við, so hetta kann tryggjast. Nei, hetta eru ikki serrættindi, men javnrættindi til allar føroyingar.
Tóra við Keldu, forkvinna í MBF – Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum