Javnleikur á Sandoynni

Sandoyingar iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa trý stig á heimavølli móti TB seinnapartin. Úrslitið gjørdist 1-1.

B71 hevði møguleikar at avgera dystin í seinna hálvleiki, men tóku ikki av.

Heimaliðið legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og misnýtti millum annað eitt brotsspark. Men tíggju minuttir undan hvíldini javnaði TB. Josef Basene stóð fyri málinum hjá gestunum.

 

B71 ? TB 1-1 (1-1)

1-0:

1-1: Josef Basene